Nón

Nón 26.02.19 - Tematýsdagur um leiðslu


Listen Later

Hvat er leiðsla, og hvussu hevur hugtakið broytt seg gjøgnum tíðirnar. Vit lýsa leiðsluhugtakið søguliga og ástøðiliga saman við Súsonnu Olsen, sum undirvísur í leiðslu á Fróðskaparsetrinum.
Klaksvíkar Sleipistøð hevur ment seg nógv seinastu árini, og stjórin varð valdur ársins leiðari í fjør. Vit skifta orð við Frimodt Rasmussen stjóra.
Hvat vita vit um leiðslu í Føroyum, og hvussu stendur til við leiðslu? Árni Jóhan Petersen, adjunktur, undirvísir í leiðslu og hevur gjørt forkanning um leiðsla á stórum privatum virkjum í Føroyum.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

NónBy Kringvarp Føroya