Mánadagin 25. mars 2019 vóru 200 ár liðin, síðani V. U. Hammershaimb varð borin í heim, og tískil fara Hammershaimb og føroyska málið at myndað henda TemaTýsdag í Nón.
Í samband við 200 ára haldið hava trý langabbabørn V. U. Hammershaimb verið á vitjan. Vit hittu Jørn Ulrik, Evu og Margrethe Hammershaimb í søguliga umhvørvinum í Gamla Prestagarðinum á Nesi.