17 prosent av ungum millum 18 og 24 ár kenna seg sera tyngd av einsemi, vísir nýggj kanning hjá Fólkaheilsuráðnum. Vit greina kanningina saman við formanninum í ráðnum, Magna Mohr.
Hvat er einsemi og hvussu ávirkar tað okkum, spyrja vit sálarfrøðingin Suna Poulsen.
Vit tosa við nøkur ung, sum hava skrivað yrkingar um einsemi í vallærugreinini Skrivigleði. Gunnvá Winther og Bjørg Brynhildardóttir Egholm vitja saman við læraranum Oddfríði Marna Rasmussen.