Í hesum døgum kemur hansara fyrsta útgávu í egnum navni á marknaðin. Talan er um ein ritling við tekstum, tónum og myndum. Bárður á Lakjuni er hósdagsgestur.
Og í dag kemur út dagbók hjá Sonnu Apol, ið lýsir serstøku lívssøguna hjá føroyskari kvinnu fyri 100 árum síðan. Vit tosa við langommudóttrina Katrin Didriksen Apol, sum stendur fyri útgávuni og hevur skrivað formæli og eftirskrift.
Øll sendingin kann hoyrast her