Í 1999 samtykti ST, at altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum skal vera 25. november hvørt ár. Og nú hesin dagur var sunnudagin, er hetta evnið reyði tráðurin í Nón og hesum TemaTýsdegi.
Hvussu umfatandi er harðskapur móti kvinnum í Føroyum, og er mynstrið broytt gjøgnum árini, eru millum spurningarnar við viðgera saman við Elini Reinert Planck, leiðara í Kvinnuhúsinum.
Hvat skalt tú gera, um tú ert fyri harðskapi í tínum parlagi, og hvat merkir hetta fyri familjuna, eru tveir av spurningunum, ið vit seta sálarfrøðingunum Suna Poulsen og Katrinu Lindenskov Holm.