Nón

Nón 27.11.28 - Tematýsdagur um harðskap


Listen Later

Í 1999 samtykti ST, at altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum skal vera 25. november hvørt ár. Og nú hesin dagur var sunnudagin, er hetta evnið reyði tráðurin í Nón og hesum TemaTýsdegi.
Hvussu umfatandi er harðskapur móti kvinnum í Føroyum, og er mynstrið broytt gjøgnum árini, eru millum spurningarnar við viðgera saman við Elin Reinert Planck, leiðara í Kvinnuhúsinum.
Hvat skalt tú gera, um tú ert fyri harðskapi í tínum parlagi, og hvat merkir hetta fyri familjuna, eru tveir av spurningunum, ið vit seta sálarfrøðingunum Suna Poulsen og Katrinu Lindenskov Holm.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

NónBy Kringvarp Føroya