Gerndishetjurnar trína verliga fram í hesum døgum. Koronakreppan varpar ljós á nøkur størv, sum hava vitalan týdning fyri samfelagið. Samstundis síggja vit, at fólk skipa seg øðrvísi við arbeiði.
Hvat ger tað við okkara hugmynd av arbeiði? Og fara vit at arbeiða øðrvísi frameftir, nú vit hava sæð nýggjar mátar at skipa okkum? Hetta er nakað av tí, vit fara at viðgera hendan tematýsdagin um arbeiði sæð í ljósinum frá hesum sóttartíðum.