Um vikuskiftið vóru vit til stórt føroyskt sniðgevaratiltak í París. Fýra føroyskir sniðgevar sýndu fram, Jóhanna av Steinum við merkinum Steinum, Guðrun og Guðrun, Navia og Sissal Kristiansen, sum eisini samskipaði átakið, við merkinum Shisa Brand.
Dentur var bæði lagdur á sniðgeving, men eisini á at fortelja søguna um ulla- og bindimentanina í Føroyum og burðardyggleikan við henni. Og hendan søgan kann eisini brúkast til at marknaðarføra Føroyar og føroyska sniðgeving, halda sniðgevarnir.
Vit tosa við fleiri teirra.