Kvinnufelagið í Havn fyllir 70 ár hósdagin. Kvinnufelagið hevur, saman við øðrum kvinnufeløgum í Føroyum, arbeitt fyri nógvum av teimum rættindum, vit hava í dag. Tí fara vit í Nón at varpa ljós á virkið hjá felagnum og eisini á javnstøðuspurningar. Í hesi Nón sending kava vit aftur í tíð, og varpa ljós á søguna hjá Kvinnufelagnum í Havn.
1. apríl er frumframførsla á Tjóðpallinum av Gandafloytuna eftir Wolfgang Amadeus Mozart. Operan, sum vanliga er hálvan triðja tíma til longdar, er í hesi útgávuni er skorin niður í ein tíma, og gjørd til barnaopera. Vit vitja á Tjóðpallinum.