Leygardagin 26. november í 1988 hendi størsta kjarnorkuvanlukkan í søguni í býnum Tjernobyl í Ukraina. Nú hevur tónaskaldið Sunleif Rasmussen sett sær fyri at gera eina klaverkonsert um vanlukkuna. Vit hitta Sunleif, fotografin Hans Petur Hansen og ljóðtøkningin Finnur Hansen, sum allir eru við í verkætlanini.
Føroya fólkaháskúli verður 120 ár tann 29. november 2019. Hvørjar vóru háskúlans undangongukvinnur, Sanna av Skarði og Anna Suffía Rasmussen. Ommudøtur teirra, Turið Sigurðardóttir og Guðrun Gaard, koma á gátt at greiða frá.