Fríggjadagin 13. mars lat Andreas Weihe Madsen upp plátuhandilin Oceania Records í einari garagu í Klokkaragøtu í Havn. Vit hava vitjað nýggja plátuhandilin, har vit skoða úrvalið og práta um plátur og plátumentan.
Eisini tosa vit við Marionnu Norðoy, sum letur stóra framsýning upp í Gallerí Focus fríggjadagin, og tað er við bæði spritti og fjarstøðu.