Ein partur av Føroya Fólkaháskúla verður í løtuni brúktur til móttøkuhús fyri teimum ukrainsku flóttafólkunum, ið koma hendanveg. Vit hava hitt stjóran á háskúlanum og komandi leiðaran fyri Reyða Kross, sum samskipar arbeiði fyri útlendingastovuna.
Jens Christian Carlsson vann essay-kappingina á mentanardøgunum í Runavík í vikuni. Jens Christian kemur á gátt seinni í sendingini.
Vit fara eisini til Funnings, har aldargomlu húsini Ølvustova (Óluvustova) eru opin, nú mentanarvika er í Runavíkar kommunu.
Og so tekur Høgni Djurhuus saman um vikuna í Høgnatáttinum.