Marnar Fríðheim Kristiansen fekk ársins miðlaheiðursløn frá Granskingarráðnum, tá ið Vísindavøkan var hildin, fyri at kunna, ráðgeva og miðla gransking um koronu. Marnar er gestur í Nón um eina løtu.
Buldur og brak, eksplosiónir og skotbardagar eru ikki júst tað, vit seta í samband við Kalsoynna. Men Kalsoyggin verður helst kulissan fyri massar av James Bond-action, nú filmurin No time to die hevur undanframførslu fyri serliga innbodnum í kvøld og frumframførslu í morgin. Vit verða á reyða løbaranum í Havnar bio senni í sendingini.
Øll sendingin kann hoyrast her.