Í hesum døgum eru 50 ár liðin, síðani psykiatriin í Føroyum fór til verka, og fólk við sálarligum avbjóðingum sostatt fingu viðgerð í Føroyum heldur enn at verða send av landinum.
Hetta verður hátíðarhildið á tiltaki í Smæruni, ið landssjúkrahúsið skipar fyri, og í Nón varpa vit hesuferð ljós á psykiatriska økið.
Men hvussu var at arbeiða í psykiatriini fyri hálvari øld síðani? Vit hitta Marin Samuelsen og Petry Olsen.
Eyðun Joensen gjørdist sálarfrøðingur fyrst í sjeytiárunum. Hvussu minnist hann árini í føroysku psykiatriini?