Barbara í Gongdini, sum í farnu viku fekk stóra listarliga viðurkenning, fer at brúka hendan møguleikan til at finna aftur til sniðgevandi røtur sínar.
Norðoyastevnan verður um vikuskiftið í broytti hami. Vit fregnast hjá Dáva Winther, mentanarleiðara, hvussu stevnan er skipað, og hvat er á skránni.
SALT bjóðar nú listafólki í Suðuroynni at koma við verkum til stóra summarframsýning. Vit tosa við Ólav Rasmussen, stjóra.
Og so ummælir Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur, "Ævisøguna um monologin" eftir Olaf S. Thomsen - ein løgin bók, har eingin kennir rithøvundin.