Seinastu árini hevur hon verið ein rættiliga markantur og sjónligur politikari á Føroya løgtingi. Og eftir bara fimm árum í landspolitikki gjørdist hon forkvinna í Framsókn. Ruth Vang er hósdagsgestur, og hon greiðir frá um bakgrund og virði.
Hvørjar eru størstu broytingarnar, sum eru farnar fram í føroyskari bústaðarbygging fram til 1960? Hesin er millum mongu áhugaverdu spurningarnar, sum Jóan Pauli Joensen, professari, viðger í nýggja og stóra bókaverkinum "Í stovuni sofu - í køki komfýr?. Jóan Pauli vitjar í Nón.
Øll sendingin kann hoyrast her.