Leygardagin var eitt sjáldsama høgt hátrýst yvir Føroyum. Hvør var orsøkin til hátrýstið og hvat merkir tað? Vit tosa við Hanus Kjølbro, ið er veðurkønur.
Hvørjar sosialar avbjóðingar og møguleikar hevur Korana-støðan við sær. Tað spyrja vit Firouz Gaini, professara, um miðskeiðis í sendingini.
Hvussu er russiska heilsuverkið fyri til at taka ímóti einari umfarssótt sum korona, og á hvønn hátt merkir korona gerandisdagin í Russlandi? Vit tosa við Virgar Johansen, sum kom aftur úr Moskva fyri góðari viku síðani. Virgar lesur politikk og russiskt.