Bjartskygni hómast í Vági. Vit fregnast um býin, virksemi og menning - og um tiltøk í mentanarvikuni, sum er í Vági í hesum døgum.
Ítróttarháskúlin er ein sólskinssøga, og nú verður næmingaheim verður bygt. Fótbóltsakademi ger hol í sjógvin í Marghøllini. Dansibandfestivalur samlar nógv fólk. Ferðavinnan tekur dik á seg. Matstøð daga spakuliga fram. Og á kei-økinum er aftur komið lív í. Mentan og samleiki ganga hond í hond.
Nón vitjar Vág, sum hevur mentanarviku á fyrsta sinni.