Skulu tvímálslig børn læra fleiri mál í sínum uppvøkstri? Vit tosa við Helenu Kannuberg, sum hevur kannað málið.
Hvaðani kemur íblásturin, tá tú setur tær fyri at skriva eina barnabók? Hendan og aðrar spurningar seta vit Elina á Rógvi.
Hvat er hendan negativa rentan, sum tosað verður so nógv um í hesum døgum? Í seinra tímanum tosa vit við Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing, um fyribrigdið.
Ársins Virki 2019 gjørdist p/f Poul Michelsen. Vit enda Nón í dag við at vitja og tekna eina vangamynd av fyritøkuni.
Tú kanst hoyra sendingina her!