Rolf Guttesen hevur skrivað nýggja bók, sum kastar nýtt ljós á tjóðarhetjuna Nólsoyarpáll. Vit spyrja millum annað Rolf, hví hann brúkar orðið skúmisleiv um tjóðarhetjuna.
Fimti ár eru liðin, síðan vakra skipið VESTURVÓN kom á Sørvág. Hvør er søgan hjá hesum skipi, sum varð søkt sum sjórænaraskip fyri fýra árum síðan? Vit tosa við Jan Erik Simonsen, sum hevur skrivað bók um Vesturvón.
Í táttinum Mítt listaverk eru tveir klassikarar á skránni. Malan Marnersdóttir greiðir frá málningum eftir Ingálv av Reyni og Jack Kampmann.