Hvussu nøgdir eru føroyingar við sítt kynslív? Tað er millum spurningarnar, vit hava sett í einari spurnarkanning.
Nón setir kynslívið í fokus hesa vikuna, nú vit eru komin inn í Viku Sex.
Í dag fer Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexolog-lesandi, at greina spurnarkanningina, og vit skifta orð um kynslív sum heild.
Men alt verður ikki sex. Um vikuskiftið skipaði Tórshavnar Big Band fyri stórari sangkapping - vinnarin Magnus Johannesen kemur í útvarpsstovuna eftir klokkan hálvgum.
Øll sendingin kann hoyrast her.