Eitt av listaverkunum, sum veruliga hevur hugtikið fólk á Várframsýningini í ár, er "Raritetskabinettið hjá Ole Wich". Vit tosa við Ole um stóru instalatiónini, sum hann hevur brúkt 30 ár um at savna.
Hann hevur 11,1 millión fylgjarar á TikTok og 124 milliónir hava dámað hansara TikToksíðu. Hann fekk plátusáttmála við amerikanska plátufelag Atlantic Records, áðrenn hann gav sítt fyrsta staklag út. Hetta kom so síðst í mars - lagið Let It Ring. Talan er um unga popptónleikaran Reiley við føroyska navninum Rani Petersen. Vit tosa við á Rana, sum er staddur í London.