Kenda skaldsøgan "1984" hjá George Orwell, sum kom út fyrstu ferð í 1949, er nú týdd til føroyskt. Vit spyrja Berg Rønne Moberg, lektara í bókmentum, hvønn týdning bókin hevur í dag, og so hyggja vit at øðrum rithøvundum, sum hava fingist við sama evni.
Hvørji eru okkara seksuellu rættindi? Og hvussu skapa vit eina sunna samtykkimentan? Millum annað hesir spurningarnir verða vendir á Femifagnaðinum hesa vikuna. Bjørt Lind frá felagnum KYN og Katrin á Neystabø frá Amnesty Føroyum vitja í útvarpsstovuni.