Vit kenna hana sum Illu Beintu, men var hon nú so ill? Millum annað hetta spyrja vit Magna og Erling Laksafoss, sum hesa vikuna leggja fram fyrra bindið í nýggjari bók um Beintu, sum Lydia og Magni Laksáfoss hava skrivað.
Í rithøvundaprátinum hesaferð hitta vit Oddvør Johansen og Steintór Rasmussen, sum greiða frá, hvussu tey arbeiða við persónum í skaldskapi sínum. Er høvuðspersónurin hetjan í bókini, og er neyðugt hjá rithøvundinum at dáma høvuðspersónin?
Hoyr alla sendingina her.