Ferðavinnan í Nólsoy verður nú løgd í eina skipan, har tað meiri ómakaleyst skal bera til at fáa eitt yvirlit yvir tey tilboð, sum oyggin kann bjóða.
Hvat hevur Nólsoy so at bjóða? Nón sendir beinleiðis úr Nólsoy, har vit tosa við fleiri av teimum, sum eru við, og sum hava fyrireikað.
Vit hoyra millum annað um heimablídni við Maud Wang Hansen, neystkafé við Anju Wardum, bátatúrar við Bjarta Thomsen, samrøðusalong við Mariann Hansen og nýskapan í ferðavinnuni við Hildur Durhuus og Fríðun Jacobsen.