Føroyingar eru í uppskoti til tríggjar av Norðurlendsku Mentanarvirðislønunum, ið verða latnar í kvøld. Sissal Kampmann er í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Sunnudagsland, Rakel Helmsdal er í uppskoti til Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri ungdómsskaldsøguna Hon, sum róði eftir ælaboganum, og tónleikabólkurin Yggdrasil er í uppskoti til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins.