Leiklistaøkið er í kreppu, og eitt nýtt listastríð prutlar undir lokinum, nú ein nýggj Leiklistafylking vil hava stjóran á Tjóðpallinum frá.
Búi Egason Dam, sum umboðar nýggja fylkingina, og Birna Heinesen, limur í Leiklistaráðnum, sum hevur sett stjóran í starv fyri fjórðu ferð, skifta orð um tað, sum líkist einari kreppustøðu.
Jenny Petersen, sum hevur verið í stjóri í fimtan ár, og nú er nú sett fyri fimm ár afturat, er óviljað vorðin miðdepil í stríðnum. Vit fáa orðið á Jenny.