100 ár eru liðin, síðan fyrra verðinskríggj endaði.
Hvat gjørdi fyrra verðinskríggj við heimskortið, og eru ósemjur og altjóða konfliktir í dag, sum stava frá "stóra krígnum". Tað tosa vit við Hans Holm landafrøðing um, og eins og vit hoyra, hvat kríggið gjørdi við Føroyar.
Vit kjakast eisini um alivinnuna, tá ið politikarar og alari - tað eru Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest - koma í útvarpsstovuna og hyggja frameftir við atliti at aling, lóggávu, ábyrgd, eftirliti og marknaði.