Ann Andreasen tók við leiðsluni á Barnaheiminum í Ummannaq fyri 30 árum síðan. Vit hitta Ann Andreasen, sum fleiri ferðir ferðir hevur veitt íblástur og fingið viðurkenning.
Herálvur Jacobsen takkar fyri seg sum formaður í Lærarafelagnum. Herálvur er hósdagsgestur í Nón.
Hagafelag Føroya er sett á stovn fyri at tryggja almannarættin at ganga í haganum. Vit spyrja Magnus Gaard og Rúna Hjelm, næstforkvinnu, um endamál og ætlanir.
Grágásin skal teljast um vikuskiftið. Johannes Danielsen, lívfrøðing, greiðir frá, hvussu tað fer fram.