Hvat hendir, tá ið tunnilin kemur?
Tað er ein av fleiri spurningum, sum Nón hendan hósdagin setti sær fyri at lýsa, tá ið vitjað var í býráðshúsinum, har borgarstjórin greiddi frá.
Farið var eisini á gátt í fleiri handlum, fregnast var um ætlanina at gera ungdómshús í gulu smiðju, og tosað var um stórbæra svimjihylin, sum sær út til loksins at koma upp á turt.
Kór Glyvra kirkju verður 50 ár í ár, tosað var við kórleiðaran Meinhard Bjartalíð um kórið, og fregnast var samstundis hjá prestinum um ætlanina at byggja nýggja kirkju á Glyvrum.