Í 2016 fekk íslendski rithøvundurin Arnar Már Arngrimsson Virðisløn Norðurlandaráðsins fyri Barna- og Ungdómsbókmentir fyri bókina Onki samband, sum annars eisini er ungdómsskaldsøgan, sum er at hoyra í útvarpi kringvarpsins sunnukvøld.
Vit hitta Arnar Már Arngrimsson, sum í hesum døgum leggur bókina fram fyri føroyingar.
Fríggjadagin verður fernisering á Listasavni Føroya við ungu listakvinnuni Silju Strøm. Vit hitta listakvinnuna úr Vestmanna, og fáa harumframt Kinnu Poulsen, ummælara, at siga nøkur orð um Silju.