Tuberklarnir er heitið á nýggjum leiki, sum komandi vikuskifti verður spældur í gamla Sanataroriebygninginum í Hoydølum, og eru tað næmingar á sjónleikaskeiðinum fyri tilkomin, ið hava leitað fram tilfar, skrivað leikin og spæla.
Vit hitta dramalæraran og leikstjóran Sóley Danielsen og tríggjar av tilkomnu leikaranum, Karin Djurhuus, Bergljótt av Skarði og Onnu Olsen.