Nýggj skaldsøga, Jarðarferðin, eftir Jóanesi Nielsen kom út í síðstu viku - Jóanes Nielsen kemur í Nón fyrst í sendingini.
Mítt yndislistarverk er fastur táttur mentanarmikudagar, og í dag vitja vit Katrinu Lindenskov Holm.
Í farnu viku boðaði stýrið fyri nýstovnaða føroyska tónleika-útflutningsráðið frá, at Fred Ruddick er settur sum stjóri fyri útflutningsráðið.
Vit hava hitt Fred fyri at frætta eitt sindur um, hvør hann er, og hvat hann metir at nýggja starvið inniber.