Hesin mentanarmikudag í Nón fer snýr seg um yrkingar, tónleik og film.
Filmurin, Søgan um Ruth um listakvinnuna úr Vági, eftir Árna Nicolajsen hevði frumframsýning í Vági seinasta sunnudag. Dagfinnur Olsen ummælir filmin.
Týsdagin 8. november vóru árligu MA Jacobsensvirðislønirnar, sum Tórshavnar Býrað letur handaðar í Mullers Pakkhúsi. Rannvá Holm Mortensen fekk heiðurslønina fyri fagrar bókmentir fyri yrkingasavnið, Sólsmakkur.
Seinni tímin snýr seg allur um Poul F. Joensen, sum 18. november hevði fylt 120 ár.