Hvussu skipar tú eina góðan bý, ein býling ella eina bygd, soleiðis at, tá alt gongur upp í eina hægri eind, trivnaðurin verður hin størsti?
Hvat er býarskipan og hvørjir eru høvuðsspurningarnir, ið hædd skal takast fyri, tá ein býur ella býlingur skal virka best? Fyrst í sendingini skifta vit orð við Selmar Nielsen, arkitekt, um hesar og aðrar spurningar.
Nógv er og nógv verður bygt á Karlamagnusarbreyt. Men hvussu riggar økið samanumtikið? Vit hava verið á ferð saman við Alberti Isfeld, arkitekti.