Hvør skal sleppa at ganga í føroysku fjøllunum? Hvat vigar tyngri: Hvørsmansrættur ella ognarrættur?
Hvar og hvørji eru náttúrufyrilitini? Og hvør skal gjalda? Og hvussu nógv? Og til hvønn?
Saksun telist millum størstu nattúruperlurnar í Føroyum - og hetta sæst aftur í talinum av ferðafólki. Vit vitja André Kruse, ið er bóndi í Saksun.
Hvørji rættindi hevur ein bóndi, tá talan er um at nokta fólki ella krevja pening fyri at farið verður í hagan? Og er munur á um talan er um landsjørð ella ognarjørð?