Føroyski fiskiskapurin við Flemish Cap hevur havt stóran týdning fyri føroyska búskapin, samstundis sum hesin fiskiskapur eisini hevur lagt lunnar undir søguligu rættindunum, sum er orsøkin til, at føroysk frystilínuskip aftur nú royna í New Foundlandi.
Um eina løtu spyrja vit Helga Jacobsen, journalist og rithøvund, um upprunan til fiskiskapin á Flemish Cap.
Vit frætta um fyrsta túrin og tónleikin, tá vit tosa við Mikkjal Olsen, sum í mong ár var skipari á Sigurfarinum.