Hvat er góð satira? Hvat er endamálið við satiru? Og finnast nøkur tabuevni, tá talan er um føroyska satiru?
Í hvønn mun hevur satiran verið brúkt í føroyska samfelagnum? Eivindur Veyhe og Tòrður Jóhannesarson útgreina føroyska satirusøgu.
Hilmar Jan Hansen og Jákup Veyhe er royndir undirhaldarar, ið á ein sera skemtingarsaman hátt, hava viðgjørt føroyska samfelagið og nógvar av teimum typunum, ið búgva her. Og Nón borðreiðir við nýggjum tátti frá Hilmari Jan, og við nýggjari Jákup Veyhe satiru í dag.