Hvussu hevur føroyskur tónleikur tað í dag, og hvussu skal føroyski tónleikurin skipast í Kringvarpi Føroya? Hesar og aðrar spurningar skifta vit orð um við Sunleif Rasmussen, tónaskald, Knút Háberg Eysturstein, tónleikara og tónleikafrøðing, og Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipara í kringvarpinum.
Eisini hitta vit Jens Marna Hansen, ið hevur valt tónleikin sum fulltíðaryrki, og tosa við hann um tær avbjóðingar, sum hetta hevur við sær.