Fríggjadagin byrja árligu Bókadagarnir í Norðurlandahúsinum, og Bókadagarnir fara á ein fjølbroyttan hátt at mynda henda MentanarMikudagin í Nón.
Fyrst hitta vit stjóran í Norðurlandahúsinum - Gun Hernes, sum fer at siga okkum um endamál og innihald Bókadaganna.
Ein av Føroya fremstu rithøvundun er Gunnar Hoydal. Og á Bókadøgunum verður nýggj bók við yrkingum og týðingum eftir Gunnari Hoydal løgd fram. Vit fara at fregnast um Gunnarsa skaldskap, tá vit hitta Jógvan Isaksen, bókmentafrøðing.