Tey, sum manna bólkin Northern Assembly, eru Dina Dánialsdóttir, ið er hálvur sørvingur, Andreas Bevan, Jesper Smalbro og Jens Hedegaard. Bólkurin hevur latið úr hondum eina lp-plátu, Death won't you marry me, sum kom út í fjør, og staklagið Closer together, sum kom út 29. mars í ár, og sum er fyrsta staklagið av nýggju plátuni, sum kemur út í september.
Yrkingarnar hjá Northern Assembly snúgva seg m.a. um stóru spurningarnar í lívinum, ljóðmyndin er stórsligin, og løgini melodiøs og eitt nú merkt av næstan einglakendu røddini hjá Dinu Dánialsdóttir.