- Eg eri ikki sørt errin, tí Fiskaaling gjørdist ein sólskinssøga, sigur Edmund Joensen. Hann var við frá fyrsta degi, greiðir frá hvussu alt byrjaði og lýsir serliga slóðaran og undangongumannin Júst í Túni.
"Úr eyga til varandi aling" er heiti á nýggjari bók, sum Helgi Jacobsen hevur skrivað, nú P/F Fiskaaling hevur 50 ár á baki. Heitið lýsir søguna hjá Fiskaaling, sum er farið frá at framleiða fisk til at framleiða vitan.
Andrias Reinert var tann stillføri vísindamaðurin, og Júst í Túni var tann andbráði slóðarin og íverksetarin. Saman høvdu teir okkurt serligt.