Tað stóð nógv á sjúkrahúsverkinum, tá ið tað varð rakt av verkfalli í útvið sjey vikur. Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar legði arbeiði niður, og støðan broyttist javnan við stuttari freist.
Eisini í aðrar mátar hava stórar avbjóðingar verið seinastu árini, eitt nú við eini koronufarsótt og einum toppmodernaðum H-bygningi, sum gjørdist væl dýrari enn nakar hevði væntað. Og samstundis skulu tey trý sjúkrahúsini fáast at virka sum ein heild, øllum at gagni.