Palllistafelag Føroya hevði stovnandi aðalfund fyri tveimum vikum síðan. Felagið skal fevna um allar tær listarligu og handverksligu yrkistættirnar, sum hava við føroyska palllist at gera.
Felagið kemur í verðina um somu tíð, sum ein nýggj Leikllistafylking er farin í stríð við Tjóðpall Føroya - og enntá boykottar tjóðpallin, til stjórin er farin frá.
Nýggja felagið, Palllistafelagið, vil ikki taka støðu til ta ósemjuna, men samstundis ger felagið greitt, at tey vilja fegin samstarva við og leika á Tjóðpallinum, sum støðan er.