Ólavur Syderbø av Húsum dansar bæði í Kalsoynni og í Klaksvíkar Dansifelag. Dansurin á Húsum var á fallandi fóti, men tá Jónleif Johannesen var lærari í Kalsoynni tóku tey dansin uppaftur. Nú dansa tey annaðhvørt sunnukvøld á Húsum á Trøllanesi. Ólavur vónar, at fólk á Syðradali og í Mikladali eisini koma uppí.
Ólavur hevur valt Bukkutáttin, sum er yrktur í átjandu øld. Upptøkan er gjørd í Nólsoy síðst í fimtiárunum. Sigmund Danielsen skipar. Hann heldur táttin vera sera skemtiligan.