Í hesari sendingini er Lena Reinert gestur. Hon svarar spurningum frá lutarum, og vit viðgera eisini talumál sum heild. Umframt Lenu Reinert, so er Jóhann Lútzen, blaðstóri á Norðlýsinum, eisini gestur. Jóhann greiðir frá um Norðlýsið, sum ikki longur bert er eitt blað, men eisini ein heimasíða og ein útvarpsrás. Vit skifta millum annað orð um munin á at skriva og orða seg í einum blaði og á einum portali.