Føroyska málið hevur verið fyri stórari broyting og menning seinastu 100 árini. Men hvat var tað fyri eitt mál, ið føroyingar tosaðu áðrenn hendan menning byrjaði, altso fyri 150 - 200 árum síðani? Tosaðu føroyingar yvirhøvur føroyskt? Dagfinn Olsen, lærari, er gestur í sendingini.