- Tað er fyri mína egnu skyld fyrst av øllum, at eg týði.
"Millum vinir" eftir Amos Oz, sum vit síggja á myndini, eru átta søgur, sum tilsamans er ein skaldsøga úr einari kibbuts í Ísrael. Søgurnar flætta seg inn í hvørja aðra og snúgva seg um lívið í kibbutsini.
Amos Oz er ein av størstu ísrealsku rithøvundunum, sum sjálvur búði í kibbuts frá hann var heilt ungur.
Pauli Nielsen hevur týtt nógvar dygdarbøkur gjøgnum sítt lív, líka frá klassiskum barnabókum til nútíðar rithøvundar.