Pengapoddurin

Pengapoddurin

By PengapoddurinEducationSelf-Improvement
Download on the App Store

Pengapoddurin episodes

  • 8: Ræðist tú rokningar?

    Ræðist tú alt, sum hevur við pengar, brævbjálvar og bankar at gera? Pengapoddurin hesa ferð snýr seg um pengar og kenslur. Lær teg at stýra tíni pengaræðslu og fá betri tamarhald á tíni fíggjarstøðu. Við í poddinum eru: Kaja Joensen, Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen.

    33 min
  • 7: Hvussu byggi eg eini hús?

    Tað er nógv at halda skil á, tá tú skalt byggja eini hús. Hvussu skal húsið síggja út? Hvussu skal tað fíggjast? Í hesum poddinum tosa vit við arkitekt, bankaráðgeva og eitt par, sum hevur bygt síni egnu hús.


    Vertur: 

    Birgith Lassen

    Gestir: 

    Eyðun Eliasen, arkitektur 

    Tomma S. Petersen, kundaráðgevi í Betri Banka

    Bogi Jørgensen og Sissal Jørgensen, húsaeigarar

    52 min
  • 6: Parlag og pengar

    Hvussu kunnu pengar ávirka parløg? Hvussu sleppa vit undan, at teir skapa trupulleikar í parlagnum? Í hesum partinum tosa vit við parterapeut um pengar og parlag.


    Vertur: Birgith Lassen
    Gestur: Sólrun Jacobæus, familjuterapeutur

    26 min
  • 5: Hvat skal eg hugsa um, tá eg skal keypa bústað?

    At keypa bústað er ein av størstu íløgunum í lívinum. Tí er nógv at seta seg inn í. Nær er rætta løtan? Hvat er ein góð byrjan? Hvussu fái eg skil fyri fígging? Í hesum partinum royni eg at fáa svar upp á hesar spurningar.


    Vertur: Birgith Lassen

    Gestir:

    Jákup Andrias Hansen, ognarmeklari hjá Betri Heim
    Rógvi Jakobsen, húsaeigari
    Durita Markná, húsaeigari
    Tummas Pauli Djurholm, kundaráðgevi hjá Betri Banka

    34 min
  • 4: Kann eg stýra mínum innkeypi?

    Vit kenna øll hesi impulskeypini, tá vit standa í handilinum. Er nakar máti at skipa innkeypið øðrvísi? Kann tað gera, at vit spara meira upp til okkara dreymahús, ferðir ella annað, sum vit ynskja okkum?


    Vertur: Birgith Lassen 
    Gestur: Ester Vang, kundaráðgevi í Betri Banka

    17 min
  • 4: Skal eg hugsa um mína pensjón?

    Eg verði pensjónist um 38 ár. Er tað neyðugt at hugsa um mína pensjón nú? Hvussu geri eg? Og kann eg taka onkra avgerð, sum kann blíva avgerandi fyri, um eg eigi meira í pensjón á gamalsaldri?  


    Vertur: Birgith Lassen 

    Gestur: Elsebeth á Lofti, pensjónsábyrgdari í Betri Banka

    40 min
  • 2: Hví skal eg gera íløgur, Sverri?

    Í løtuni fær mann í besta føri lítla ella onga rentu við at hava pengarnar standandi á eini innlánskontu. Hvussu fær mann pengarnar at vaksa? Og nær er skilagott at gera íløgur í virðisbrøv?


    Vertur:
    Birgith Lassen

    Luttakari:
    Sverri Justinussen, leiðari á Markets í Betri Banka

    24 min
  • 1: Kann eg duga betur at brúka og spara pengar?

    Hvørjar pengatýpur eru til og er tað møguligt at broyta sína atferð, so mann dugir betur við pengum?

    Vertur:

    Birgith Lassen

    Luttakarar: 
    Alice Frederiksberg, kundaráðgevi í Betri Banka
    Arni Zachariassen, atferðarviðgeri, DAT ung
    Birna í Hjøllum Hentze, atferðarviðgeri, DAT ung

     

    33 min

About Pengapoddurin

From the publisher's feed

"Mann tosar ikki um pengar."