Vit eru í einum politiskum valári, og áðrenn tað formliga valstríðið av álvara fer í gongd, bjóða vit formonnunum í teimum politisku flokkunum í Nón, ein fyri og annan eftir.
Gesturin hesa ferð er Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Vit gera eina roynd at koma aftur um barrikadurnar hjá tí politiska menniskjanum.
Hvørjir eru floksformenninir, hvaðani kemur politiski áhugin, og hví vilja teir valdið? Hvussu er tað politiska menniskjað?